Skrivunder.net

Tey Grønu

L Laura Kathrine Apol · FO

Hjálpið okkum at gerast uppstillingsklár og fáa uppstillingsloyvi! 

Ein nýggjur vinstrasinnaður politiskur flokkur sær dagsins ljós í føroysku politisku skipanini!

Seinastu árini hevur føroyskur politikkur flutt seg alt ov langt til høgru. Hetta er ein gongd, vit hava sæð kring allan heim, eisini í londunum kring okkum. Men tað ger tað eisini enn meira neyðugt við einum politiskum flokki, sum er longur til vinstru fyri miðjuna í føroyskum politikki.

Kjarnan í politikkinum hjá flokkinum er sosialt rættvísi, rationalisering av vælferðarskipanini og ein burðardygg framtíð – bæði fíggjarliga og umhvørvisliga.

Nú fer arbeiðið av álvara í gongd við at savna nóg nógvar undirskriftir, so flokkurin kann gerast uppstillingarklárur til næsta løgtingsval.

Vel eina grønari framtíð – vel “Tey Grønu”.

Del denne underskriftsindsamling

Hjælp denne underskriftindsamling med at få flere underskrifter.

Indsæt linket i en besked, og send det til venner, som måske vil skrive under.




Betalt Annoncering

Skrivunder.net vil annoncere denne underskriftindsamling over for 3,000 personer.

Lær mere...

Vælg dit budget
Betalingsmetode
Betalingsmetode